Innanlands

Nú er nýggj nevnd skipað í Havnar Framburðsfelag

Á fundi í kvøld, har fleiri enn 100 limir luttóku, gjørdist millum annað greitt, at Hans Joensen er nýggjur formaður, og at ein av limunum úr undanfarnu nevnd heldur fram. Fyrsti uppstillingarfundur er á skránni hósdagin

Partur av nýggju nevndini (Mynd: Fólkaflokkurin)

Partur av nýggju nevndini (Mynd: Fólkaflokkurin)

2022-11-14 23:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin varð kunngjørt, at øll nevndin í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn hevði lagt frá sær.

Hetta var dagin eftir, at floksleiðslufundur var, og at Beinir Johannesen varð valdur sum nýggjur formaður í flokkinum, umframt at tað í døgunum kring tað gjørdist greitt, at fleiri limir og møgulig valevni ikki fóru at stilla upp fyri flokkin til løgtingsvalið í næstum.

Les eisini: Nevndin í Havn rýmir eisini

Nú er so greitt, hvørji fólk eru í nýggju nevndini: 

- Hans Joensen, formaður
- Malan Á Dul Nielsen, næstforkvinna
- Fróði Ólason Olsen
- Mona Breckmann
- Birgir Nielsen

Inga Dahl og Jógvan Poulsen eru varalimir.

Hans Joensen hevur áður verið formaður í Havnar Framburðsfelag í nógv ár. Birgir Nielsen er einasti limur, ið gongur aftur frá seinastu nevndini.

- Nýggja nevndin í Havnar Framburðsfelag vil nýta høvið at takka fyrverandi nevndini og formanni floksins, Christiani Andreasen, fyri teirra arbeiði, verður skrivað í fráboðan frá felagnum, har tað millum annað eisini stendur, at fleiri enn 100 limir luttóku á fundinum í høvuðsstaðnum fyrr í kvøld.

Nú er eisini greitt, nær fyrsti uppstillingarfundurin verður. Hann er á skránni hósdagin 17. november klokkan 20 á 62N Hotel.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder