Innanlands

Nú bert ein smittaður í Føroyum

8.402 eru nú kannað fyri koronasmittu í Føroyum

2020-05-08 12:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er bert ein føroyingur, sum, sambært almennu hagtølunum, er smittaður við korona.

Tað upplýsir landslæknin sambært Heilsumálaráðnum í dag.

Rokanað varð annars við, at talið vór at koma niður á null í dag, tí tað eru gingnar gott og tvær vikur síðan seinastu tveir tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum.

Men sambært dagføringini í dag, er framvegis ein við smittuni, og ongin nýggju er smittaður, heldur ikki hetta seinasta samdøgrið

Seinastu hagtølini byggja á 8.402 kanningar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder