Innanlands

Nú ber til at søkja um stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn

Freistin at søkja um stuðul til tiltøk, sum kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn, er 6. mars

(Mynd: Torshavn.fo)

(Mynd: Torshavn.fo)

2026-01-11 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.

Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin. Endamálið er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir býir taka lut, hava
fyrimun.

Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg og onnur, ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna á síðu okkara um felagsgrunnin.

Fundur verður í grunninum í apríl mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul. Freistin at søkja er fríggjadagin 6. mars 2026.

Meira kunning fæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder