Uttanlands

Noregs kongur aftur í tænastu

Harald kongur hevur verið sjúkrameldaður í nakrar dagar

Harald kongur avmyndaður í fjørsummar (Mynd: EPA)

Harald kongur avmyndaður í fjørsummar (Mynd: EPA)

2024-02-05 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Haraldur kongur av Noregi tók í dag aftur allar uppgávur sum landsins kongur, eftir at hava verið sjúkrameldaður við ígarðarsjúku í andaleiðini.

Tað upplýsir talsfólkið fyri kongshúsið, Guri Varpe, fyri norsku NTB tíðindastovuni.

- Kongur er aftur til arbeiðis í dag, og almenni álmanakkin er dagførdur, skrivar Guri Varpe í boðum til NTB.

Haraldur kongur varð sjúkrameldaður 31. januar.

Í fyrsta umfari ljóðaðu boðini, at Haraldur kongur skuldi vera sjúkrameldaður til 2. februar. Men fríggjadagin varð sjúkufráboðanin longd.

Sonur kongs, Haakon krúnprinsur, hevur røkt kongsins uppgávur undir sjúkuni.

Noregs kongur verður 87 ár 21. februar. Hann hevur hesi seinastu árini fleiri ferðir havt trupulleikar við heilsuni.

Í 2020 varð hann lagdur undir skurð fyri hjartað, tá hann fekk ein nýggjan hjartaklaff ísettan. Seinast varð kongur lagdur undir skurð í 2021, tá fyri høgra knæ. Skurviðgerðin varð væleydnað, og kongur varð sagdur at vera væl fyri.

Haraldur kongur hevur sitið á norsku trónuni síðan 1991. Hann og Sonja drotning hava tvey børn – Haakon krúnprins og Märtha Louise prinsessu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder