Uttanlands

Noreg: Tveir persónar afturat deyðir av blóðtøppi aftaná koronakoppseting

Norsku heiluvágsmyndugleikarnir kunnu ikki útihýsa samanhang millum blóðtøppar og koppseting frá AstraZeneca

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-03-21 22:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Noreg eru tveir persónar afturat eru deyðir av blóðtøppi eftir at verið koppsettir móti korona við koppingarevni frá AstraZeneca. Tað heilsumyndugleikarnir í tíðindaskrivi, sambært Ritzau tíðindastovuni.

Heilsumyndugleikarnir kunnu ikki útihýsa at hetta kann hava ein samanhang við AstraZeneca-koppingarevnið, stendur í tíðindaskrivinum.

Í Noreg hevur man eins og í Danmark og øðrum ES-londum fyribils steðgað koppseting við AstraZeneca-vaksinuni. Í Danmark er tó ætlanin at taka koppsetingina upp aftur hósdagin.

Umframt hesar báðar tilburðirnar hevði Noreg longu tveir tilburðir við blóðtøppi stutt eftir AstraZeneca-koppseting. Í Danmark hava tveir tilburðir eisini verið av tí sama.

Eingin samanhangur millum blóðtøppar og koppseting er higartil prógvaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder