Uttanlands

Norðurlendska Michelin-handanin verður í heyst

Upprunaliga skuldu norðurlendsku Michelin-stjørnurnar handast í februar, men orsakað av koronu varð tiltakið útsett – Handanin verður nú í Stavanger í september

Føroya einasta Michelin-matstova er Koks, sum hevur tvær stjørnur umframt eina grøna stjørnu fyri burðardygd (Savnsmynd)

Føroya einasta Michelin-matstova er Koks, sum hevur tvær stjørnur umframt eina grøna stjørnu fyri burðardygd (Savnsmynd)

2021-05-05 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurlendska Michelin-handanin, sum skuldi vera 8. februar mátti útsetast orsakað av koronu, men nú boðar Michelin frá, at ársins Michelin-handan verður í september í norska býnum Stavanger.

Tá norðurlendsku Michelin-stjørnurnar verða handaðar í heyst, verður møguligt at stroyma handanina beinleiðis á YouTuba-rásini Michelin Guide, skrivar Ritzau.

Føroyar hava eina Michelin-matstovu – Koks. Koks hevur tvær Michelin-stjørnur umframt eina grøna stjørnu fyri at matgerða burðardygt.

Koks fekk fyrstu stjørnuna í 2017, og tvey ár seinni fekk matstovan eina afturat. Í fjør fekk Koks síðani grønu stjørnuna fyri burðardygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder