Mentan

Norðurlandahúsið fyllir 40 ár

Mánadgain 8. mai verður móttøka í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at 40 ár eru liðin, síðan Norðurlandahúsið læt upp

(Mynd: Norðurlandahúsið)

(Mynd: Norðurlandahúsið)

2023-05-01 19:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 8. mai eru 40 ár síðani, at Norðurlandahúsið á fyrsta sinni læt upp – 8. mai 1983. Í hesum sambandi bjóðar Norðurlandahúsið til móttøku við kaffi, køku, røðum, tónleiki og dansi.

Skráin fyri móttøkunu:

  • 15.00 – 17.00 Borðreitt verður við kaffi og køku í forhøllini
  • 16.00 Vælkoma við Gunn Hernes, stjóra, og heilsanir frá m.ø. Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, Karen Ellemann, aðalskrivara í Norðurlendska ráðharraráðnum, og Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu
  • 17.00 Konsert við Fiona Folk Brothers og fólkadansur við Dansifrøi í Klingruni
  • 17.30 Føroyskur dansur fyri øll við Dansifelagnum í Havn

Kl. 19.30 sama kvøldið verður eisini útgávukonsert við Anniku Hoydal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder