Uttanlands

Norðurkorea byggir rakettir

Fylgisveinamyndir vísa at Norðurkorea eftir øllum at døma byggir rakettir

Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea

Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea

2018-07-31 08:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjar upplýsingar, eitt nú fylgissveinamyndir, týða á, at Norðurkorea í løtuni byggir rakettir í Sanumdong í útjaðaranum av Pyongyang.

The Washington Post skrivar, at tvær rakettir verða bygdar, at at hesar eru av einum slag, sum kunnu ferðast millum heimspartar. Rakettirnar brúka flótandi brennievni, sum merkir, at rakettirnar eru truplar av hava við at gera. Tær eru torførar at flyta, rakettuppsendingin miseydnast oftari, og av tí at rakettin tekur longri tíð at gera klára til uppsending, er hetta lættari hjá øðrum at síggja.

Tíðindini kunnu gerast eitt skot fyri bógvin hjá royndunum hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, at skapa betri samband við norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder