Innanlands

Nordplus næmingavitjan við Gjógv

Herfyri vitjaðu miðnámskúlanæmingar úr Odense og Kambsdali við Gjógv. Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, tók ímóti og greiddi teimum frá um Gjáar bygd og um ferðavinnuavbjóðingar í smábygdunum í kommununi

2022-09-28 14:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein miðnámsflokkur á Kambsdali, har heili seks næmingar koma úr Sunda kommunu, hava júst luttikið í einari Nordplus verkætlan saman við næmingum úr Tietgen Handelsgymnasium í Odense.

Næmingarnir hava arbeitt við burðardygd og endamálið við samstarvinum var at geva næmingunum høvið at samstarva og læra um mentanina og samfeløgini hjá hvørjum øðrum.

Fyrst í august vitjaði føroyski flokkurin í Odense, og í september vóru donsku næmingarnir so á vitjan her í Føroyum.

Hetta næmingasamstarvið snýr seg millum annað um burðardygd innan landbúnað og fiskivinnu – og ikki minst innan ferðavinnu. Sunda kommunu umfatar fleiri av mest vitjaðu ferðamálunum í Føroyum. Tað var í tí sambandi at Miðnám á Kambsdali heitti á kommununa um at greiða frá um ferðavinnu og tær avbjóðingar og møguleikar, sum ferðavinna førir við sær á smáplássum sum t.d. við Gjógv.

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, tók sjálvsagt væl ímóti stóra næmingahópinum við Gjógv og greiddi teimum frá um Gjáar bygd og hvørjar avbjóðingar standast av ferðavinnuni í smábygdunum í kommununi, men eisini hvørjar møguleikar hendan vinnan gevur og hvørjar ætlanir kommunan hevur á økinum. Hann beyð eisini næmingunum til eina máltíð á Gjáargarði, sum er ein av størstu ferðavinnuveitarunum í kommununi, og eitt gott dømi um at ferðavinnan eisini kann hava positivar avleiðingar fyri smáplássini, sum annars ikki hava so nógv arbeiðspláss.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder