Innanlands

Norðoya Sparikassi 21,4 milliónir í avlopi í 2021

Hetta er meira enn tvær milliónir betri enn í fjør

(Mynd: Norðoya Sparikassi)

(Mynd: Norðoya Sparikassi)

2022-03-18 16:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið áðrenn skatt í 2021 var eitt avlop upp á 21,4 mió. kr. Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2021. 

Grundrakstur batnaður
Grundraksturin í 2021 var 21,2 mió. kr. í mun til 19 mió. kr. árið fyri, sum er ein øking upp á 2,2 mió. kr.

Við einum styrktum grundrakstri er sparikassin betri mótstøðuførur í mun til eina møguliga afturgongd í búskapinum. 

Økt virksemi
Útlánini øktust úr 1.990 mió. kr. upp í 2.025 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 35 mió. kr. ella 1,7 prosent. 

Umframt útlánsvøksturin hevði sparikassin ein vøkstur í realkredittlánum upp á 35 mió. kr. 

Innlánini lækkaðu úr 2.469 mió. kr. niður í 2.464 mió. kr., sum svarar til eina lækking upp á 5 mió. kr. ella 0,2 prosent. 

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og í 2021 hækkaði samlaða ábyrgdarfæið úr 28,5 mió. kr. upp í 33,6 mió. kr. Hetta er ein øking upp á 17,6 prosent.

Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2021 var lyklatalið fyri gjaldførið 261 % í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2021 var solvensurin 25,4 prosent sammett við 22,6 prosent árið fyri. 

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 29. mars 2022. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder