placeholder
Innanlands

Norðborg fingið nýggjan motorblokk

Myndir: Nýggi blokkurin verður settur upp á pláss í dag – arbeiðið gongur væl og tíðarætlanin heldur

2020-08-11 08:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu vikurnar hava fólk á MEST verið í Klaksvík fyri at skifta motorblokkin á uppsjóvarskipinum Norðborg.

- Arbeiði gongur væl og tíðarætlanin heldur. Vit hava fingið gamla motorblokkin út og verður nýggi motorblokkurin settur á fundamentið í skipinum í dag, sigur Eivind Hansen, verkætlanarleiðari hjá MEST.

Arbeiðið byrjaði fyrst juli og hava eini sjey mans verið við í toyminum hjá MEST í Norðhavnini í Klaksvík, og arbeitt miðvíst við at fáa gamla motorblokkin úr Norðborg – og fáa nýggja motorblokkin settan á fundamentið í skipinum. Í ávísum pørtum av arbeiðinum vóru fólk frá KSS eisini við í MEST toyminum.

Talan er um ein Bergen Diesel motor, sum er góðar 8000 HK til støddar og vigar 29 tons.

Arbeiðið hevur snúð seg um at skera hol úr maskinrúminum fram í undirlast og síðani upp í yvirlast. Stórir skinnarar og koyribanar vóru síðani lagdir í skipið sum berandi stálkonstruktiónir. Eisini var neyðugt at byggja tveir gálgar fyri at lyfta blokkin upp í yvirlastina. Til seinast var hol skorið í skipssíðuna og gamli motorurin fingin út gjøgnum síðuna.

Seinastu dagarnar hevur toymið so fingið nýggja 29 tons tunga motorblokkin inn í skipið og verður seinasta hond nú løgd á verkið, tá nýggi motorblokkurin er settur endaligt niður á fundamentið í skipinum á middegi í dag.

- Samstarvið millum MEST og KSS hevur gingið væl og vóna vit, at endaliga verkætlanin verður loyst til tíðina. Fyri at fáa slíkar avbjóðandi verkætlanir at eydnast, er neyðugt við neyvari tilrættaleggjan og fyrireiking av arbeiðinum – ikki minst tá tað snýr seg um trygdarviðurskiftini, sigur Eivind Hansen, verkætlanarleiðari á MEST.

Samlaða arbeiðið verður væntandi heilt liðug síðst í august so at Norðborg kann sleppa aftur til fiskiskap.

(Tíðindaskriv frá MEST)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder