2022-06-23 09:50

Standmyndin av Nólsoyar Páll, sum varð tikin niður í november 2020, verður eftir ætlan sett uppaftur í næstum.
Tórshavnar kommuna skrivar, at ætlanin er at seta standmyndina av Nólsoyar Pálli á ein stabba av basalti, sum verður settur á eitt fundament, sum verður á eini uppfylling uttanfyri bryggjukantin í Vágsbotni.
Arbeiðið skal verða liðugt áðrenn ólavsøku.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald