Nógv vilja uppliva Club 20 enn einaferð

Hetta er ætlanin skal vera eitt afturvendandi tiltak seinasta fríggjakvøld fyri jól á hvørjum ári, og fyrireikararnir siga seg vóna at síggja nógv kend “Club 20 andlit” í Luux fríggjakvøldið

2019-12-16 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár hevur áhugin fyri Club 20 kvøldinum í Luux, sum beint fyri jól í fjør varð roynt á fyrsta sinni, verið ovurhonds stórur.

Í fjør blivu atgongumerkini útseld fleiri dagar fyri sjálvt tiltakið, og líkt er til, at søgan endurtekur seg í ár. Ferð er nú av álvara komin á atgongumerkjasøluna, sum fer fram á ebillet.fo.

Hetta er eitt serligt kvøld, sum fer fram í hølunum, har Club 20 helt til i áttati- og nítiárunum, og starvsfólkini komandi fríggjakvøld fara eisini at telja fleiri av kendu andlitunum, sum stóð aftan fyri barrdiskin ella í hurðini í Club 20 á sinni. Tónleikurin verður stýrdur av einum navnframum Club 20 plátuvendara, sum tað kallaðist tá, nevnliga ongum øðrum enn Kára Annand Berg. Samstundis hevur man sett eitt 30 ára aldursmark á fyri at hetta skal vera eitt tiltak fyri teirra, sum vóru ung, tá ið Club 20 var í hæddini.

Hetta er ætlanin skal vera eitt afturvendandi tiltak seinasta fríggjakvøld fyri jól á hvørjum ári, og fyrireikararnir siga vóna at síggja nógv kend “Club 20 andlit” í Luux fríggjakvøldið komandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder