Uttanlands

Nógv og oyðileggjandi regn í Týsklandi

Fleiri fólk eru deyð og ognir í hópatali oyðilagdar í vatnflóðini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-15 07:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ógvusligt avfall í vestara parti av Týsklandi hevur gjørt stórar skaðar á ognir. Fleiri motorvegir eru stongdir, hópur av fólkum eru flutt burtur og fleiri eru deyð.

Tað skrivar dpa tíðindastovan.

Serliga landsparturin Nordrhein-Westfalen er illa raktur av illveðrinum, sum hevur fingið navnið Bernd frá týskum veðurfrøðingum.

Fólk máttu flytast úr pørtum av landspartahøvuðsstaðnum, Düsseldorf, av ótta fyri, at áin Düssel fór at floyma upp um áarbakkarnar.

Í grannalandslutinum Rheinland-Pfalz var økið Vulkaneifel lýst í neyðrættarstøðu í gjár.

- Støðan er sera álvarslig. Tað er vatnflóð í fleiri pørtum av landslutinum og yvir fleiri vegum, segði ein talskvinna fyri bygdina Daun í Vulkaneifel í gjárkvøldið við dpa.

Neyðrættarstøða var lýst fyri at gera tað møguligt at senda herin til bygdina at veita hjálp, upplýsti hon.

Í kommununi Schuld í Rheinland-Pfalz leita tey nú eftir 30 fólkum, sum ikki eru funnin eftir at seks bygningar vórðu vórðu oyðilagdir av vatnfloyminum, upplýsir ein sjónvarpsstøð, sambært Reuters.

Vandi er fyri 25 øðrum húsum í økinum eisini, verður upplýst.

Í Altena í Hochsauerland-økinum í Nordrhein-Westfalen er ein sløkkiliðsmaður druknaður. Tað váttaði eitt talsfólk fyri løgregluna har í gjár.

Og í fjøllunum í Sachsen varð ein 53 ára gamal maður tikin av vatnmongdunum. Hann var í gjár enn ikki funnin aftur.

Sum skilst royndi maðurin at tryggja ogn sína móti hækkandi vatnstøðuni, men varð í staðin sjálvur tikin av streyminum.

Eisini eitt røktarheim í býnum Hagen í Nordrhein-Westfalen mátti tømast orsaka av vandanum fyri vatnflóð.

- Heimið er oyðilagt, segði ein talsmaður fyri býarstýrið við dpa í gjár.

Týska veðurtænastan, DWD, sigur í morgun, at meira regn kann væntast í útsynningspartinum av Týsklandi í dag, skrivar Ritzau. 

Myndirnar herundir eru frá EPA-myndatænastuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder