Innanlands

Ferðslan í miðbýnum í Tórshavn verður nógv tarnað í annaðkvøld

Í samband við Mentanarnáttina ber ikki til at koyra eftir ávísum vegnum og gøtum, og parkeringsplássið á Vaglinum og tað á Bursatanga verða stongd

Fleiri vegir, gøtur og parkeringspláss miðbýnum í Havn verða stongd í annaðkvøld (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Fleiri vegir, gøtur og parkeringspláss miðbýnum í Havn verða stongd í annaðkvøld (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-06-02 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vanligt, er Mentanarnáttin á skránni í høvuðsstaðnum fyrsta fríggjadagin/leygarnáttina í juni. 

Hetta merkir, at alskyns tiltøk eru í býnum til út á náttina, og hetta hevur eisini sína ávirkan á ferðslu og annað í morgin, fríggjadagin 3. juni.

Tórshavnar kommuna hevur á heimasíðu sínari eitt yvirlit, har til ber at síggja hvar tað ikki ber til at koyra og parkera í tíðarskeiðnum frá klokkan 16 - í nøkrum førum er tað frá klokkan 18 - og fram til klokkan 02 leygarnáttina.

Talan er um øki í miðbýnum, sum til dømis Tórsgøtu, Vágsbotn, Áarvegin, Tinghúsvegin og Byrggjubakka. 

Pararkeringsplássið á Vaglinum og tað á Bursatanga verða stongd.

Allir listin sæst á torshavn.fo og yvirlit er á kortinum niðanfyri

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder