Innanlands

Nógv at gera hjá løgregluni í nátt

Nógv fólk hava verið í býnum, og hevur tað givið løgregluni fitt av arbeiði í nátt. Ein fráboðan kom um herverk á ein stuttleikabát á Argjum, og ein varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-22 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Rættiliga fitt av fólki hevur verið í býnum í nátt. Helst er tað allur tunnuslátturin, sum hevur verið ymsastaðni í gjár, sum hevur havt sína ávirkan á náttarlívið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Í hesum sambandi hevur løgreglan eisini havt rættiliga nógv at gera.

Millum midnátt og klokkan gott hálvgum fýra í morgun, hevur løgeglan verið á seks skeinkistøðum og skilt fólk sundur, sum vóru komin til illnar. Í einum føri segði ein, at hann varð blivin sligin, og tað málið verður kannað nærri. Løgreglan fer at tosa við viðkomandi seinni í dag, tá hann er vorðin edrúur. Møguliga verður hetta til eitt harðskapsmál.

Løgreglan hevur eisini verið og koyrt fleiri fólk heim, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, og hava tey eisini hjálpt fólki, sum lógu avdottin í kuldanum.

Um klokkan 2.30 varð ein bilførari eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í høvuðsstaðnum. Hann blásti í alkometrið, og greitt var, at hann hevði drukkið nógv meira, enn loyvt var. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini boð um, at onkur hevði framt herverk á ein stuttleikabát í bátahylinum á Argjum. Ógreitt er, hvat slag av herverk talan var um, men tað verður kannað nærri.

Vaktleiðarin sigur, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki. Fyri fáum vikum síðani fingu tey nevniliga eisini fráboðan um herverk í bátahylinum á Argjum.

placeholder
placeholder