Mentan

Nobelvinnari í Filmsfelagnum

9. november vísir Filsfelagið L'événement, sum snýr seg um fosturtøku í 1963

2022-10-10 17:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 9. november vísir Filmsfelagið filmin L'événement.

Nobelvinnarin í bókmentum í ár, 82 ára gamla Annie Ernaux, skrivaði í 2000 sjálvævisøguligu bókina L’événement, Hendingin, ið er um fosturtøku í 1963.

Nýggi filmurin vann høvuðsvirðislønina á filmstevnuni í Venezia í ár. Millum tær 13 virðislønirnar er eisini franska Lumières virðislønin fyri besta film.

L’événement sigur søguna um ólógliga fosturtøku og lagnurnar, ið eru knýttar at hendingini.

Høvuðspersónur í sterku søguni er unga Anne (Anamaria Vartolomei), ið er farin undir lestur, men verður við barn í konservativa Fraklandi fyrra part av sekstiárunum, tá barnsburður merkir, at tú ikki kanst halda fram við lestrinum, og at fosturtøka er ólóglig.

At siga foreldrunum frá um hendingina, l’événement, er óhugsandi, men unga Anne hevur ongar ætlanir um at fáa barnið. Tí hon hevur alt lívið fyri sær.

Filmurin L’événement, Hendingin, vann Gyltu Leyvuna, sum er víðagitna virðislønina í Venezia. Parasite-leikstjórin úr Suðurkorea, Bong Joon-ho, handaði libanesiska leikstjóranum, Audrey Diwan, virðislønina, sum ein samd dómsnevnd stóð saman um.

Financial Times hevur sagt um skaldsøguna hjá Nobelvinnaranum Annie Ernaux, at hon er ein skakandi og ikki minni viðkomandi søga, listarliga eins og menniskjansliga. - Sjálvævisøguliga skaldsøgan eigur at verða obligatoriskur lesnaður, sigur ummælarin hjá altjóða avísini.

Filmsfelagið vísur, sum áður nevnt, filmin um fosturtøku mikudagin 9. november klokkan 20. Sýningin er almenn. Filmurin er 100 minuttir til longdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder