Innanlands

Níggju nýggir tilburðir staðfestir í gjár

Harvið eru 25 persónar smittaðir við koronu í løtuni. Fýra av smittaðu persónunum hava verið uttanlands - fimm eru smittaðir í Føroyum. Heili 2.165 kanningar vórðu gjørdar

2.165 kanningar vórðu gjørdar. Tað er ógreitt, hvussu tann eini persónurin varð smittaður (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2.165 kanningar vórðu gjørdar. Tað er ógreitt, hvussu tann eini persónurin varð smittaður (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-06 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjastu tølini hjá landslæknanum vísa, at í løtuni eru 25 persónar í Føroyum smittaðir við koronu. 

Níggju nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í 2.165 kanningum í gjár. Fýra av hesum persónunum hava verið uttanlands. Ein teirra fekk staðfest smittuna við komu til Føroya, meðan tríggir persónar fingu staðfest smittuna á 3. og 4. degi.

Fimm persónar eru smittaðir í Føroyum. Fýra teirra eru partur av kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu tann fimti persónurin er smittaður, skrivar corona.fo.

793 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 767 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir við koronu. 160 fólk eru í sóttarhaldi, og ein er innlagdur í samband við smittu.


Rættað: 14.49

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder