Innanlands

Níggju vitjanir av ferðamannaskipum á Tvøroyri í ár

Longu í morgin kemur fyrsta ferðamannaskipið, tá franska le Bellot leggur at bryggju á Tvøroyri

Le Bellot

Le Bellot

2022-05-31 14:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hyggja fólk út Trongisvágsfjørð um middagsleitið í morgin, so uppliva tey eina heldur forkunnuga sjón. Tí um 13 tíðina leggur franska marglætisferðamannaskipið le Bellot at bryggju á Tvøroyri.

Vælveran er í heimsklassa á hesum skipi, ið eisini hevur alla nútímans tøkni umborð. Skipið er bygt í Noregi í 2020, er 131,5 metrar langt, 18 metrar breitt og “cruise”-ferðin er umleið 14,4 míl.

Umborð eru umleið 90 ferðafólk og fara tey útferðir í oynni. Skipið tekur 184 ferðafólk  og hevur 92 luksuskømur. Manningin telur 118 fólk. 

Tað er ikki gerandiskostur at ferðamannaskip vitja Trongisvágsfjørð og okkurt ár er eingin vitjan. Í ár er vent í holuni, tí heili 9 vitjanir, frá 4 skipum, eru á skránni hjá Tvøroyrar Havn.

Le Bellot vitjar 1. juni.

Island sky 23. juni og 13. juli.

Heritage Adventurer 21. juni, 1. juli og 15. juli.

Hebridean Sky 16. juni og 28. juni.

At enda vitjar National Geographic Explorer Tvøroyri, mánadagin hin 4. juli.

Jón Bogi Guttesen, havnameistari, sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at hetta er ein spennandi avbjóðing hjá Tvøroyrar Havn. Tað er altíð stuttligt at fáa vitjan uttanlands og er tað eisini gleðiligt at virksemið økist á fjørðinum.

Sólfríð Bech, leiðari á Visit Suðuroy á Tvøroyri, sigur, at ferðafólkini fara útferðir í oynni, samskipaðar av ymiskum føroyskum veitarum, og dentur hevur verið lagdur á at brúka lokalar ferðaleiðarar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder