Innanlands

Niels Uni Dam nýggjur formaður í Samskifti

Í farnu viku hevði Samskifti aðalfund í Vinnuhúsinum. Forkvinnan seinastu árini, Lena L. Mohr, er farin í aðra vinnu og stillaði tískil ikki uppaftur

2022-03-14 18:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nevndin í Samskifti verður vald fyri eitt ár í senn. Hinir nevndarlimirnir, Niels Uni Dam, Michael Koba og Allan Dalsgarð, tóku allir við afturvali. Eisini stillaði Tór Verland Johansen upp til nevndina. Einki annað valevni var og tískil blivu allir valdir og nevndin er nú fullmannað.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Niels Uni Dam, sum í fjør var næstformaður, er nú formaður í Samskifti. Næstformaður er Allan Dalsgarð.

Nú Lena L. Mohr er givin í bransjuni, ynskir nevndin í Samskifti at takka Lenu fyri gott samstarv og blíðan byr framyvir.

Endamálið við Samskifti er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum. Flestu føroysku lýsingarfyritøkur eru limir í Samskifti.

Vinnuhúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder