Mentan

Nicolina av Kamarinum farin

Føroya fremsti kvinnuligi sangskrivari gjørdist 84 ára gomul

(Savnsmynd: Regin Dalsgaard)

(Savnsmynd: Regin Dalsgaard)

2022-08-31 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya fremsti kvinnuligi sangskrivari, Nicolina Jacobsen, kallað Nicolina av Kamarinum, doyði í gjár, 84 ára gomul.

Nicolina varð fødd í Havn 28. juli 1938, og gjørdist kend víða um sum røddin í vælumtókta bólkinum Tey av Kamarinum, sum hon mannaði saman við fleiri av brøðrum sínum. Tey av Kamarinum byrjaðu at spæla saman í fimmti árunum, og góvu fleiri av sangum teirra út á stakfløgum fyrst í seksti árunum. Nicolina skrivaði flestu av sangunum.

Hon hevði eini sjáldsom evni at skriva góðar sangir á føroyskum, nakað, ið ikki var so nógv at hoyra tá fyrst í sekstiárunum, tá Tey av Kamarinum veruliga komu seg fram.

Millum væl umtóktu og ódeyðiligu sangir hennara eru “Mær leingist”, “Tá kvøldið kemur” og “Teir sigla um havið so víða”.

Nicolina Jacobsen, var gift Bjørgheðin, og tey búðu mesta av lívi teirra á Langasandi, til tey á eldri árum valdu at búseta seg í Danmark. Nú eru bæði farin.

Nicolina og systkin hennara av Kamarinum eru hesi seinastu árini heiðrað við eitt nú heiðursgávu landsins og serligum tónleikaheiðuri frá FMA. 

Sí eisini: Tos um ein sang: Podcast við Nicolinu av Kamarinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder