Uttanlands

Neystið hjá banamanni Ólavs Heilaga funnið í Noregi

Fornfrøðingar hava fingið prógv fyri, at talan er um leivdirnar av neystinum hjá Tórir Hundi

Fornfrøðingar gróvu í summar út í grundini har neystið hjá Tórir Hundi skal hava staðið (Mynd: NRK)

Fornfrøðingar gróvu í summar út í grundini har neystið hjá Tórir Hundi skal hava staðið (Mynd: NRK)

2019-10-23 15:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 11 ár eru 1.000 ár liðin síðan Ólavur kongur Heilagi fall á Stiklastøðum í Noregi. Ein teirra, sum stóð á odda í álopinum, sum elvdi til deyða Ólavs í 1030, var Tórir Hundur av Bjarkoy.

Nú bendir alt á, at leivdirnar av einum neysti frá víkingatíð, sum fyrr í ár varð funnið á Bjarkøy, var neystið hjá hesum víkingahøvdinganum, sum norðmenn kalla Tore Hund.

Tað visti NRK at siga ígjár. Bjarkøy er oyggj í Andfjorden í Harstad kommunu, beint norðan fyri Lofoten.

- Vit hava nú fingið staðfest, at talan er um neystið hjá Tóri, sigur fornfrøðingurin Nina Dons-Hansen við NRK. 

Har um leiðir eru tey sera spent um finningin, og nú er ætlanin at byggja eina eftirgerð av neystinum, sum var yvir átta metrar høgt.

Tórir Hundur var ein av týdningarmestu víkingahøvdingunum í Hålogalandi. Sambært søgu Snorra Sturlusonar um Ólav Halga, var hann ein av leiðarunum í uppreistrinum móti Ólavi kongi.

Korntrot í Norðurnoregi førdi til dráp, hevnd og fleiri dráp, og tað noyddi Tórir Hund til at seta seg upp móti Ólavi Haraldssyni og fara í part við Knúti danakongi Stóra, sum førdi til stríðið á Stiklastøðum í 1030.

Tað hevur fyrr verið ætlanin at byggja eitt savn um Tórir Hund á Bjarkoy, men hesar ætlanir vórðu slepatar fyri tveimum árum síðani. Staðfestingin av, at neyst hansara nú er funnið, hevur birt nýtt lív í hesa ætlan, skrivar nrk.no.

Snorri Sturluson skrivar um deyða Ólavs Halga, at tað vóru trý sár, sum vóru orsøk til deyða hans. Fyrst høgdi Torstein Knarrasmiður við øks eftir Ólavi, og rakti hann oman fyri vinstra knæ, so hann ikki fekk staðið uttan at stuðla seg og kastaði svørðið frá sær. Tá stakk Tórir Hundur eftir honum og rakti hann undir brynjuna, so oddurin á svørðinum stakk upp í búkin. Tá hjó (høgdi) Kálvur (møguliga Kálvur Árnason) til hansara, og høggið kom kom vinstru megin á hálsin, Tað vóru hesi trý sár, ið veittu kongi lívlát, skrivar Hans Jacob Debes í ”Ólavur Haraldsson og Noregs ríki (kelda: snar.fo) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder