Innanlands

Løgmaður: - Tað, ið verður sagt á fólkatingi, broytir ikki okkara støðu

Løgmaður vildi ikki taka støðu til tað, sum Anna Falkenberg hevur sagt á Fólkatingi, tá hann fekk spurning um tað á tingi í dag.

Beinir Johannesen

Beinir Johannesen

2026-11-11 13:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er komið óvart á tingfólk í Føroyum, at Anna Falkenberg, næstforkvinna í Sambandsflokkinum, á fólkatingi hevur greitt frá, at ætlaðu broytingarnar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark til tess at tryggja Føroyum limaskap í altjóða felagsskapum, skal gerast innan fyri karmarnar hjá donsku grundlógini.

Tí ynskti Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, at fáa løgmann at svara upp á, um er satt, at samgongan er samd um, at broytingarnar skulu gerast innan grundlógarinnar karmar.

Fyrispurningurin var settur á tingfundinum í dag, har munnligir fyrispurningar hava verið á skránni í allan dag.

Men løgmaður vildi ikki svara greitt upp á spurningin, tí hann ynskti ikki at fyrihalda seg til, hvat borið verður fram á fólkatingi.

Løgmaður greiddi í svari sínum frá, at spurningurin áhaldandi verður tikin upp, tá umboð fyri landsstýrið og donsku stjórnina hittast. Men veruligu samráðingarnar eru ikki byrjaðar enn, og fyrr enn tær eru komnar á mál, ber ikki til at koma nærri inn á hetta málið.

- Tjóðarsemjan er framvegis galdandi, men grundarlagið fyri komandi samráðingunum er samgonguskjalið, segði løgmaður.

Í samgonguskjalinum stendur: “... samgongan (er) samd um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina við tí endamáli, at Føroyar fáa limaskapir í altjóða samstørvum, ið vit ynskja. Endamálið er, at Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum”.

Undir viðmerkingunum frá tingsalinum kom heilt týðuliga fram, at tað kom óvart á tey, tá løgmaður í heimildarsendingini “Talvið um Tinganes” hjá Kringvarpinum hóskvøldið, greiddi frá, at spurningurin um tjóðarsemjuna var tann fyrsti, sum var loystur undir samráðingarsamráðingunum.

Tey vildu tí hava at vita, um løgmaður framvegis stóð aftan fyri tjóðarsemjuna, og at henda ikki var sett úr gildi við tað at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru í samgongu við Sambandsflokkin.

Hesum váttaði løgmaður.

Men tá Bjarni K. Petersen, sum spyrjari, endurtók spurningin um hann kundi vísa aftur tað, sum Anna Falkenberg hevur sagt á fólkatingi, so svaraði løgmaður ikki greitt:

- Útsøgnir, sum vera bornar fram á Fólkatingi, broytir ikki støðuna hjá okkum. Men eg kann siga so mikið, at eg eri ikki samdur við útleggingina á fólkatingi. Tá vit einaferð koma til eitt úrslit eftir samráðingar við donsku stjórnina, kunnu vit viðgera spurningin nærri, segði Beinir Johannesen, løgmaður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder