Innanlands

Nevningartingið fríkendi 26-ára gamla mannin

Hann var ákærdur fyri dráp á 16-ára gamla gentu. Avgerðin fall í morgun

2021-07-07 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðstu tíðina hevur drápsmál verið fyri í Føroya Rætti. 

Ein maður varð ákærdur fyri at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, ið doyði í Hvannasundi í november 2012, við at beina hana á sjógv og fyri síðani at vera farin frá henni, so at hon druknaði.  

Nevningarnir havar seinastu dagarnar viðgjørt málið millum sín, og í morgun hava tey givið sína avgerð til dómaran.

Sambært Kringvarpinum varð nú 26-ára gamli maðurin fríkendur fyri dráp.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder