Innanlands

Nevndin fyri Føroya Arena skipað seg

Á fyrsta fundinum varð Heðin Mortensen valdur sum formaður og Guðrið Højgaard sum næstforkvinna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-07-25 15:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nevndin fyri Føroya Arena hevur nú skipað seg.

Limirnir, sum eru valdir av Tórshavnar kommunu, eru Heðin Mortensen, Annika Olsen, Bergur Poulsen, Elin Heðinsdóttir Joensen og Guðrið Højgaard, og á fyrsta fundinum varð Heðin Mortensen valdur sum formaður og Guðrið Højgaard sum næstforkvinna.

Jógvan Emil Nielsen legði fram ætlanina fyri Føroya Arena og viðtøkurnar fyri grunnin vórðu samtyktar og felagið er skrásett, skrivar Tórshavnar kommuna.

Nevndin fer nú til verka og bygginevnd verður sett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder