Innanlands

NET byrjað uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri

NET dótturfelag hjá Føroya Tele hevur fingið loyvið frá Tvøroyrar kommunu at byrja uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri, ið nevnist FTH Fibur til heimið – Verkætlanin snýr seg um, at fiburkaðalar – eisini nevndir ljósleiðarar – verða lagdir inn i hvørt hús í sóknini

Verkætlanin byrjaði í gjár, har borgarstjórin, Kristin Michelsen setti í gongd maskinuna hjá MTV byggivirki, ið skal skal fresa eitt 5 cm breitt spor í koyribreytina, har í tann nýggi ljósleiðarin verður lagdur. Mynd av maskinu, Mortan Vang, stjóra á MTV, Kristin Michelsen borgarstjóra og Jákup Nielsen, verkætlanarleiðara hjá NET (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Verkætlanin byrjaði í gjár, har borgarstjórin, Kristin Michelsen setti í gongd maskinuna hjá MTV byggivirki, ið skal skal fresa eitt 5 cm breitt spor í koyribreytina, har í tann nýggi ljósleiðarin verður lagdur. Mynd av maskinu, Mortan Vang, stjóra á MTV, Kristin Michelsen borgarstjóra og Jákup Nielsen, verkætlanarleiðara hjá NET (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2022-07-13 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 10. juni var tað 50 ár síðani, at Tvøroyri, og harvið Suðuroy, fekk automattelefon, og nú 50 ár seinni verður byrjað uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri, ið nevnist FTH Fibur til heimið.

Verkætlanin snýr seg um, at fiburkaðalar, -eisini nevndir ljósleiðarar- verða lagdir inn i hvørt hús í sóknini, í staðin fyri gomlu koparkaðlarnar, ið vóru eitt tíðandi aktiv í automattelefonini fyri 50 árum síðani, sum enn í dag vera nýttir til telefoni og breiðband, skrivar Tvøroyrar kommuna.

– Tvøroyrar kommuna hevur tikið avgerð um at loyva NET at byrja uppá verkætlanina, ið verður mett týdningarmikil og neyðug, fyri at ein býur sum Tvøroyri kann mennast innan samskiftistøkni javnt við tíðarinnar krøv og framtíðarinnar tørv.

– NET upplýsir, at gomlu koparkaðlarnir hava avmarkingar. Hesir eru blivnir ótíðarhóskandi og eru ikki sørt fløskuhálsar, nú krøvini til ferðina á breiðbandinum økist ár um ár. Nýggju ljósleiðararnir kunna veita nærum óavmarkaða breiðbandsferð og dátunøgdir, har fjarskiftisveitarar kunna bjóða øllum borgarum á Tvøroyri eitt framtíðartryggað breiðbandsnet við ferð á meira enn 1000Mbit, tá verkætlanin er liðug.

Sambært Tvøroyrar kommuna hevur verkætlanin tó eisini ein stóran ampa fyri kommununa, tí nógvastaðni verður neyðugt, at fresa spor í koyribreytina fyri at røkka hvørt hús í sóknini, har rør enn ikki eru løgd til ljósleiðara.

NET hevur gjørt sáttmála við fyritøkuna MTV byggivirki hjá Mortan Vang í Froðba um at fremja verkætlanina, og sum nakað nýtt verður roynt at fresa í vegin við serútgerð og forsegla henda við serligum tilfari, sum skal skána koyribreytina mest møguligt.

– Allir partar eru greiðir um avbjóðingina, at umganga skaðar á koyribreytina, um enn tað neyvan kann umgangast, at skaði kann henda á verandi leiðingar, sum liggja í vegnum. Roynt verður tó at taka mest møguligt atlit og fremja verkætlanina við minst møguligum árinum.

– Tekniska deild fylgir neyvt við arbeiðinum, og verða tillagingar gjørdar eftir tørvi fyri at verja koyribreytina mest møguligt. Verkætlanin byrjar frá Torvheyggi og út á Hamar. Eftir tað verður fresað í Øravíkarlíð, og hildið áfram til alt Tvøroyri er liðugt, skrivar kommunan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder