Innanlands

Nes kommuna: Drotningin fekk Poncho frá Navia sum gávu

Tá støða skuldi takast til, hvat H. H. Drotningin skuldi fáa í gávu, var ein bólkur av bindikønum kvinnum savnaður. Kvinnurnar savnaðu saman mynstur úr bygdunum, eins og gomul mynstur.

Josefina Jacobsen teknað mynstrið. Sára Mrdalo hevur sniðgivið og bundið plaggið í samráð við Navia (Mynd: nes.fo)

Josefina Jacobsen teknað mynstrið. Sára Mrdalo hevur sniðgivið og bundið plaggið í samráð við Navia (Mynd: nes.fo)

2021-07-20 21:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samband við vitjanina hjá Hennara Hátign Drotning Margrethu í Nes kommunu sunnudagin, handaði borgarstjórin, Súni á Hjøllum, henni eina gávu. Gávan var ein poncho, sum Navia hevur staðið fyri at framleiða.

- Tá støða skuldi takast til, hvat H. H. Drotningin skuldi fáa í gávu, var ein bólkur av bindikønum kvinnum savnaður. Kvinnurnar savnaðu saman mynstur úr bygdunum, eins og gomul mynstur, sum tær høvdu liggjandi. Valið fall á vakra kærleiksmynstrið úr gomlu Nes kirkju. Josefina Jacobsen hevur síðan teknað mynstrið. Mynstrið skal ímynda kærleikan H. H. Drotningin hevur til Føroyar, fólkið og kirkjuna.

Hetta skrivar nes.fo.

Sára Mrdalo hevur sniðgivið og bundið plaggið í samráð við Navia. Ponchan er kongablá og er bundin úr Navia Uno og Navia Alpaca. Komandi tíðina fer felagið at almannakunngera mystrini, sum komu til sjóndar í leitanini.

Hennara Hátign fekk eisini gávu frá Undirhúsinum. Tann gávan var eitt vakurt teppi frá Navia.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder