Innanlands

NCC kann kortini ikki bora Fámjinstunnilin

Hetta kemst av, at tíðarætlanin er forskotin. Tá byrjað verður at borað - einaferð í vetur - verður tað ein norsk fyritøka, ið fer at gera arbeiði, sigur stjórin í Landsverk við Kringvarpið. Hann staðfestir eisini, at hetta ikki fer at ávirka samlaðu tíðarætlanina ella kostnaðin

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen. Hetta var tá sáttmálin til Fámjinstunnilin var undirskrivaður (Mynd: Landsverk)

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen. Hetta var tá sáttmálin til Fámjinstunnilin var undirskrivaður (Mynd: Landsverk)

2022-08-24 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mai varð arbeiðstøkusáttmálin um Fámjinstunnilin undirskrivaður millum Landsverk og P/F J&K Petersen, og í summar byrjaði vegagerðin.

Ætlanin var upprunaliga, at fyrsta skotið skal latast av longu tá tíðliga í summar, fyrr í summar varð sagt, at tað skuldi verða "seinni í heyst", men seinkanir hava verið í verkætlanini - millum annað tí at ein eykajáttan á 40 milliónir hevur verið neyðug. 

Ein av avleiðingunum av hesum er, at NCC hevur frásagt sær uppgávuna at bora Fámjinstunnilin. Undirveitarin, ið skuldi bora fyri J&K Petersen, fær ikki verið við til uppgávuna, nú verkætlanin er seinkað so mikið.

Sigurd Lamhauge, stjóri hjá Landsverki, sigur við Kringvarpið, at NCC hevuraðrar upggávur, og at tað er harmiligt, at undirveitarin kortini ikki verður við í verkætlanini. Tó er ein nýggjur nú góðkendur. Talan er um eitt norskt felag við royndum við slíkum verkætlanum.

Stjórin hjá Landsverki staðfestir eisini, at sum nú er heldur samlaða tíðarætlanin við Fámjinstunnlinum - øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024, skrivaði Landsverk fyri tveimum mánaðum síðani. Eisini skal kostnaðurin halda. Beint yvir 200 milliónir eftu játtaðir til Fámjinstunnilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder