Innanlands

Navarar á vitjan hjá borgarstjóranum í Havn

Navararnir, sum vitja í Havnini, ferðast heimin runt – eitt av endamálunum er at fáa stempul í passhondbókina, so teir kunnu prógva, hvar teir hava verið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-06-05 16:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: “Navari” er i veruleikanum ein stytting av orðinum skandinavari. Fyri at gerast limur í einum navarafelag skal ein hava arbeitt uttanlands í minst eitt ár og ein dag.

Kennitekinið er tann svarta draktin og hatturin, hetta vóru upprunaliga týsk arbeiðsklæðir, sum handverkarar brúktu, tá teir ferðaðust um lond og lærdu seg handverk.

Hesir navararnir, sum vitja í Havnini, ferðast heimin runt – eitt av endamálunum er at fáa stempul í passhondbókina, so teir kunnu prógva, hvar teir hava verið.

Fleiri hoyrdu teir í útvarpinum fríggjadagin. Har kunngjørdu teir, at teir ætlaðu sær at marsjera oman á Vaglið at heilsa uppá borgarstjóran. Og so varð gjørt.

Og tað bleiv ein avbera stuttlig løta, eisini fyri borgarstjóran, sum hugnaði sær óført. Tað var Jørgen Christiansen, byggimeistari, sum skipaði fyri vitjanini her í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder