Uttanlands

Navalnyj heiðraður við Nemtsov-virðisløn

Virðislønin hevur fingið navn eftir Putin-kritikkaranum Boris Nemtsov, sum varð skotin til deyðis fyri júst seks árum síðani í dag

Aleksej Navalnyj varð í farnu viku dømdur nærum trý ár í fongsulslegu (Mynd: EPA)

Aleksej Navalnyj varð í farnu viku dømdur nærum trý ár í fongsulslegu (Mynd: EPA)

2021-02-27 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag varð russiski andstøðuleiðarin Aleksej Navlnyj heiðraður fyri áræði sítt av einum russiskum mótstøðubólki, sum er uppkallaður eftir Boris Nemtsov, ein Putin-kritikkari, sum varð dripin fyri seks árum síðani.

Nemtsov varð skotin til deyðis í Moskva fyri júst seks árum síðani – 27. februar 2015 – og í sambandi við hesum minningardegi fekk 44 ára gamli Navalnyj ársins Nemtsov-virðisløn fyri stríð hansara fyri fólkaræðið í Russlandi.

Í sambandi við, at seks ár eru liðin síðan, Boris Nemtsov varð skotin, hava fleiri, bæði russisk mótmælisfólk, vesturlendsk sendifólk, harímillum sendiharrar úr USA, Stórabretlandi, og fleiri ES-londum, lagt blómur á staðið, har hann varð skotin. Tað var á einari brúgv nærindis Kreml, skrivar Ritzau.

[object Object](Mynd: EPA)

Í hesum sambandi vóru eisini túsundatals mótmælisfólk úti á gøtunum í Russlandi.

Ein kekenskur trygdarvørður varð dømdur fyri drápið á Nemtsov, og fleiri onnur eru eisini dømd fyri at hava tikið lut í drápinum. Hóast hetta halda summi framvegis, at teir, sum veruliga standa aftanfyri, ongantíð eru vorðnir revsaðir.

Aleksej Navalnyj varð nýliga dømdur næstan trý ár í fongsulslegu.

Les eisini: Kærudómstólur heldur fast í revsingini hjá Navalnyj

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder