placeholder
Innanlands

Nærkast 1000 luttakarum

Áhugin er renna saman við krúnprinsinum er stórur

2019-01-17 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

953 føroyingar hava longu nú melda seg til Royal Run í Klaksvík, har krúnprinsurin fer at renna saman við føroyingum.

Royal Run var fyri fyrstu ferð í fjør, tá Fríðrikur krúnprinsur rann saman við dønum kring Danmark. Tiltakið var so væl umtókt, at avgjørt var at endurtaka tað.

Í gjár boðaði Klaksvíkar kommuna frá, at startskotið til Royal Run renningina í ár verður í Klaksvík tann 1. juni.

Áhugin millum føroyingar at renna saman við krúnprinsinum tykist at verða stórur, nú nærum 1000 føroyingar longu hava melda seg til at renna antin eitt míl ella 10 kilometrar saman við krúnprinsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder