Um gongdin heldur fram, verða vit 54.000 fólk um fáar mánaðar.
Hetta staðfestir Hagstova Føroya á heimasíðu sínari í dag, nú fólkatalið í Føroyum aftur er gjørt upp.
Fólkatalið 1. februar var 53.752, og talan er um ein vøkstur á 784 fólk - 1,5 prosent - uppá eitt ár.
- Ein triðingur av vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 246 fólk, og tveir triðingar koma frá eini nettoflyting á 538 fólk. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin ímillum til- og fráflyting. Trendurin á myndini niðanfyri vísir framhaldandi vøksturin í fólkatalinum.
Mynd: Hagstova Føroya
Seinasta árið hevur fólkavøkstur verið í øllum økjum uttan Sandoyar, skrivar Hagstova Føroya. Minkingin í Sandoyar øki seinasta árið var 2,2 prosent.
Størsti vøkstur á 2,1 prosent var í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum. Burðaravlopið var positivt í øllum økjum uttan Sandoyar og Suðuroyar, og samlaða nettoflytingin var positiv í øllum økjum uttan Norðstreymoyar og Sandoyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald