Innanlands

Nærkast 53.000 íbúgvum

Fólkatalið vaks við beint yvir 100 fólkum í oktober, og nú búgva 52.854 fólk í Føroyum. Tað er met, og í ár er fólkatalið vaksið við 730 fólkum

Tað vóru næstan 900 fleiri íbúgvar í Føroyum fyrst í november í mun til fyrst í november 2019 (Mynd: Hagstova Føroya)

Tað vóru næstan 900 fleiri íbúgvar í Føroyum fyrst í november í mun til fyrst í november 2019 (Mynd: Hagstova Føroya)

2020-12-10 18:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstovan hevur nú gjørt nýggjastu tølini viðvíkjandi fólkatalinum í Føroyum upp.

Tey vísa, at tað fyrst í november búðu 52.854 fólk í Føroyum. Hetta er met, og tað eru 102 fólk fleiri enn fyrst í oktober.

Við ársbyrjan búðu 52.124 fólk í Føroyum, so harvið er vøksturin higartil 730 fólk. Um samborið við fyrst í november í fjør, so var fólkatalið beint undir 52.000 (51.988) Harvið eru beint undir 900 fólk fleiri búsitandi í Føroyum nú, og tað gongur skjótt ímóti 53.000 íbúgvum.

Viðvíkjandi kyni so vóru næstan 200 fleiri mannfólk búsitandi í Føroyum tíðliga í november: 27.380 mannfólk -  51,8 prosent - og 25.474 konufólk - 48,2 prosent.

40,2 prosent av íbúgvunum er búsitandi í Suðurstreymoy. Næststørsta økið er Eysturoyggin, har 22,6 prosent búgva.

Sí øll hagtølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder