
Fólkatalið í Tvøroyrar kommunu er í dag 1783 í mun til 1766 fyri júst einum ári síðan, svarandi til ein vøkstur á 16 fólk ella umleið 1 prosent.
Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.
Í longri tíð hevur fólkatalið í kommununi gingið rætta vegin og hevur verið støðugur vøkstur síðan 1. desember 2019, tá 1703 borgarar vóru í kommununi. Í dag eru vit 80 fleiri borgarar enn tá. Hetta svarar til ein vøkstur upp á uml. 4,6 prosent í fólkatalinum.
Tað nærkast fólkatalinum frá 2004, sama dato, tá 1787 fólk búðu í kommununi.
- Annars skulu vit heilt aftur til 1994 fyri at finna nevnivert fleiri fólk, júst sama dato. Tá vóru 1864 fólk í kommununi, verður sagt.
Fólkatølini seinastu 12 mánaðirnar í kommununum í Suðuroynni sær soleiðis út (fyrra talið er 24. juni 2021 og tað seinna er 24. juni 2022)
Fámjin 83/81 = -2
Hov 103/104 = +1
Hvalba 680/669 =-11
Porkeri 328/330 =+2
Sumba 359/347 = -12
Tvøroyri 1769/1782 = +17
Vágur 1362/1361 = -1


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald