Innanlands

Myndir: Uni Rasmussen við síni fyrstu fíggjarlóg

Landsstýrismaðurin legði fyrrapartin sína fyrstu fíggjarlóg fram. Sí myndir úr Smæruni

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-30 12:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uni Rasmussen legði í morgun sína fyrstu fíggjarlóg fram sum landsstýrismaður. Hetta verður samstundis tann seinasta í hesum valskeiðinum, tí val skal vera innan eitt ár.

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 verður mett at hava 12,4 mió. kr. í avlopi. Í ár verður avlopið mett til 37 mió. krónur, vísa nýggjastu metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum. Í fjør var avlopið 138 mió. krónur.

Saman við fíggjarlógaruppskotinum er eitt uppskot um skattalætta, har barnafrádrátturin hækkar, og skattastigini verða broytt. Skattalættin er mettur at kosta 70 mió. krónur og verður fíggjaður við at dagføra tøkugjaldið í alivinnuni. 

Vit tóku nakrar myndir í Smæruni fyrrapartin, tá fíggjarlógin varð løgd fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder