Mentan

Myndir: Litføgur fjøld fagnaði ymiskleikanum

Endiliga kundi fjølbroytnið fagnast eftir koronastøðg í tvey ár

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-27 22:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein talrík og ikki minst litføgur fjøld, sum seinnapartin gekk stuðulsgongu úr Gundadali og oman á Vaglið í sambandi við Faroe Pride 2022, sum LGBT+Føroyar skipaði fyri í dag, dagin fyri ólavsøku.

Tað byrjaði við, at Havnar Hornorkestur hitaði fjøldina upp, áðrenn farið varð til gongu.

Á Vaglinum var tónleikur við Eyðuni Nolsøe, Sway, Guðrið Hansdóttir og Marius DC. Umframt Siriously (Siri Hansen), sum eisini var vertur fyri tiltakinum.

Pride røðuna í ár helt Elisa Vang.

Jens Kristian Vang tók myndirnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder