Mentan

Myndaframsýning: Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist

Komandi vikurnar verður høvi at vitja myndaframsýningina við heitinum „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist” á Biskupstorgi í Klaksvík

2022-10-01 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndaframsýningin er úrslit av samstarvi millum MEGD og kenda myndamannin Rick Guidotti, sum í september 2018 vitjaði Føroyar. Endamálið við vitjanini var at taka myndir av føroyingum, ið liva við avbjóðingum. Tær 31 myndirnar á framsýningini eru úrslit av vitjanini.

Á føroyavitjanini varð vitjað á Setrinum hjá lesandi sjúkrarøktarfrøðingum og á Almannaverkinum. Rick tók m.a. myndir á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hitti starvsfólk, foreldur og børn, á Skúlanum á Trøðni í Tórshavn, í Tofta Skúla, á Verkstaðnum á Brekku og útibarnagarðinum Fjallafípuni í Klaksvík.

– Myndirnar skulu gjøgnum persónligar søgur fáa í lag samtalur, prát og møguligt kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta verður gjørt við ynskinum um at broyta mangan upplivaða vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og onkuntíð síggja øðrvísi út orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum, skrivar MEGD í tíðindaskrivi.

Stuðlað verkætlanina hava Sjúkrakassagrunnurin Kiwanis, Pelagos, Tórshavnar kommuna, JFK, BankNordik, Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Lions Club, Skansi Offshore, Betri, Føroya Bjór, Krúnborg, Norðoya Sparikassi, Myndlist, Vónin og Mentanargrunnur Landsins. Eisini takkar MEGD Mimmy Vágsheyg á Cafe Fríða fyri góða ráðgeving og hjálp, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder