Uttanlands

Mynd úr tokvogninum hjá drotningini vakt ans á sosialu miðlunum

Síðan 2007 hevur royking verið bannað í tokunum hjá DSB, men summir reglar tykist ikki at vera galdandi, tá tú ert drotning

Her situr 81 ára gamla Margretha drotning saman við 76 ára gomlu Benedikte prinsessu í tokinum ávegis til Kolding (Mynd: Kongshúsið)

Her situr 81 ára gamla Margretha drotning saman við 76 ára gomlu Benedikte prinsessu í tokinum ávegis til Kolding (Mynd: Kongshúsið)

2021-04-25 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin fór Margreta drotning við toki frá høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn til suðurjútska býin Kolding saman við systir sínari, Benedikte prinsessu. Endamálið var at vitja eina røð av listaframsýningum.

Tær báðar ferðaðust í serliga tokvogninum hjá Kongshúsinum.

Á Facebook-síðuni hjá Kongshúsinum stendur eitt sindur um tokvognin, sum var ein gáva til drotningina frá DSB í sambandi við 60 ára føðingardag hennara fyri 21 árum síðani.

Har stendur, at vognurin vigar 50 tons og er innrættaður við danskari list og møblum úr donskum sniði, og at DSB mátti brúka 300.000 krónur uppá viðlíkahaldsarbeiði í 2018.

Tað, sum hevur vakt ans á sosialu miðlunum, bæði í Danmark og í útlondum, er tó, at tokvognurin hevur eitt øskubikar.

Tað er ikki nakað loyndarmál, at Margreta drotning roykjur, men síðan 2007 hevur tað verið bannað at roykja í tokunum, men tað bannið er eftir øllum at døma ikki galdandi fyri drotningina.

Nógvir brúkarar á sosialu miðlunum, ið hava viðmerkt myndina, siga seg eisini halda, at tað er fínasta slag, at drotningin sleppur at roykja, tá hon koyrir við tokinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder