Uttanlands

Myanmar: Val í seinasta lagi um tvey ár

Min Aung Hlaing generalur, sum nú hevur útnevnt seg sjálvan til forsætisráðharra í nýggju virkandi stjórnini í landinum, lovar, at val verður í seinasta lagi í august 2023

Min Aung Hlaing (Mynd: EPA)

Min Aung Hlaing (Mynd: EPA)

2021-08-02 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var júst hálvt ár síðani, herurin í Myanmar tók valdið í landinum, og leiðarin av hernaðarstýrinum, Min Aung Hlaing generalur, lovaði í hesum sambandi, at val verður hildið, har fleiri flokkar verða at velja í.

Hetta skal verða í seinasta lagi í august 2023, sambært tíðindastovuni AFP. Lokalir miðlar boða eisini frá, at generalurin hevur skipað eina nýggja virkandi stjórn, har hann sjálvur situr sum forsætisráðharri.

Hendan stjórnin skal taka sær av landsins uppgávum, meðan eitt nýtt val verður fyrireikað.

Sambært herinum í Myanmar var orsøkin til kvettið í februar, at valsvik varð framt í sambandi við valið á heysti í fjør, har flokkurin hjá demokratiskt valda leiðaranum Aung San Suu Kyi, National League for Democracy (NLD) vann stórt, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk nøkur fá prosent av atkvøðunum. Hesum hava bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í Myanmar tó víst aftur.

Síðan hernaðarkvettið í Myanmar hevur landið verið merkt av ófriði, og sambært AlJazeera hava fleiri enn 900 fólk latið lív higartil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder