Innanlands

Munirnir at finna millum næmingar heldur enn millum skúlar

Í Føroyum eru næstan 40 prosent av næmingunum í skúlaøkjum við færri enn 3.000 íbúgvum. Hetta er nógv meira enn í nøkrum øðrum Norðurlandi - sambært skúlastjórunum er tað serliga har, at trupult er at fáa undirvísingarstarvsfólk.

Skúlaleiðarar á 18 av teimum 20 skúlunum, sum hava næmingar í framhaldsdeild, hava svarað serstøkum spurnarblaði, sum lýsir bakstøðið hjá skúlunum (Mynd: Skúlablaðið)

Skúlaleiðarar á 18 av teimum 20 skúlunum, sum hava næmingar í framhaldsdeild, hava svarað serstøkum spurnarblaði, sum lýsir bakstøðið hjá skúlunum (Mynd: Skúlablaðið)

2026-09-10 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Nýggjasta PISA-kanningin vísir, at munirnir í Føroyum fyrst og fremst eru at finna millum einstøku næmingarnar heldur enn millum skúlarnar.

Skúlaleiðarar á 18 av teimum 20 skúlunum, sum hava næmingar í framhaldsdeild, hava svarað serstøkum spurnarblaði, sum lýsir bakstøðið hjá skúlunum. Herundir er tað starvsfólkahópurin, hvørjar royndir og eftirmetingar verða gjørdar, og hvussu tær verða gagnnýttar. Eisini verður spurt um skúlaumhvørvi, skúlabygningar, útgerð og KT. 

Ellivu av teimum 18 skúlunum, har skúlaleiðararnir hava svarað, liggja í einum øki við færri enn 3.000 íbúgvum. Hetta er munandi meira enn í hinum Norðurlondunum, har vit síggja, at í miðal eru 20prosent av skúlunum innan hendan bólkin, meðan Føroyar liggja uppi á 65 prosent.

Teir 18 skúlarnir, har skúlaleiðararnir hava svarað, hava tilsamans 5.570 næmingar á sínum skúlum. Tá hugt verður at økisbýtinum í mun til næmingatal, heldur enn tali av skúlum, sæst sama mynstur. Vit síggja, at í Føroyum eru næstan 40 prosent av næmingunum í skúlaøkjum við færri enn 3.000 íbúgvum. Hetta er nógv meira enn í nøkrum øðrum Norðurlandi.

Ein av spurningunum, sum skúlastjórarnir svaraðu, var um at fáa skikkað starvsfólk. Tað vísir seg, at tað serliga eru skúlarnir, sum eru staðsettir í økjum við undir 3.000 íbúgvum, ið hava trupult við at fáa undirvísingarstarvsfólk, at meira enn helvtin av smáu skúlunum sigur, at tað darvar undirvísingini í skúlanum, at tey ikki fáa undirvísingarstarvsfólk, meðan hetta ikki er støðan í størru økjunum.

Í Føroyum eru tað so at siga einans tey smærru økini, sum eru darvað av troti á undirvísingarstarvsfólki, men vit síggja í hinum Norðurlondunum, at tað eisini har sum heild er ein størri avbjóðing enn í teimum størru økjunum. Serliga Ísland, Noreg og lutvíst eisini Svøríki hava avbjóðingar hesum viðvíkjandi.

Føroyskir skúlaleiðarar á smáum skúlum halda umleið helvt um helvt, at góðir lærarar í náttúruvísindum eru torførari at fáa fatur á enn lærarar í øðrum lærugreinum. Teir býta seg eitt sindur ymiskt í mun til íbúgvatalið í økinum, sum teirra skúli er í, har 56 % í smáu økjunum við færri enn 3.000 íbúgvum halda tað er torførari, 11 % í lítlum býum, og 33 % av skúlaleiðarunum í býum halda tað verða torførari at fáa góðar lærarar í náttúruvísindum. Hetta bendir á, at skúlarnir staðsettir í bygdum hava ikki sama úrvalið av lærarakreftum.

Hendan støðan við at troti á undirvísingarstarvsfólki kann darva undirvísingini, kann síggjast aftur í tí, at størsti munurin í PISA-stigum millum skúlar er millum skúlarnar í smæstu økjunum; harnæst koma skúlarnir í lítlum býum, og minstur er munurin ímillum skúlarnar í býunum. Føroysku tølini eru so fá (bert 18 svar), og tí kann ikki nakað avgjørt sigast út frá hesum. Vit síggja tó sama mynstur í altjóða dátunum, og har er niðurstøðan, at munurin millum einstøku skúlarnar er minni enn munurin millum einstøku næmingarnar.

Um ein stórur partur av variatiónini er millum skúlar, merkir tað, at miðalúrslitini hjá skúlunum eru rættiliga ymisk. Um størsti parturin hinvegin er innan skúlar, merkir tað, at næmingarnir í hvørjum einstøkum skúla eru ymiskir í førleikum, meðan munurin millum skúlarnar er lítil.

Í Føroyum er, eins og í hinum Norðurlondunum, størsti parturin av variatiónini innan skúlarnar. Tað bendir á, at føroyskir skúlar, eins og norðurlendskir skúlar sum heild, líkjast hvørjum øðrum meira enn í londum, har ein størri partur av variatiónini er millum skúlar. Við øðrum orðum eru munirnir í Føroyum fyrst og fremst at finna millum einstøku næmingarnar heldur enn millum skúlarnar. Tað er týdningarmikið at leggja dent á, at myndin ikki sigur nakað um, hvussu góðir ella minni góðir skúlarnir eru. Hon vísir einans, hvussu stórur partur av samlaðu variatiónini í úrslitunum kann knýtast at munum millum skúlar, og hvussu stórur partur stavar frá ymiskleikanum millum næmingarnar í sama skúla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder