Innanlands

Møtast og skiljast: Søgdu Logos Hope farvæl

Týskvøldið fór stóra skipið av Klaksvík og setti kós móti Írlandi. Nógv fólk vóru savnaði á kajuni, har millum annað sangur vsar á skránni.

Mynd: OM Føroyar

Mynd: OM Føroyar

2026-09-10 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir smáar tvær vikur í Føroyum fór Logos Hope av Klaksvíkini seint týskvøldið.

Gamla Norrøna lá á Havnini í seks dagar, áðrenn skipið fór til Klaksvíkar. 

Í sambandi við vitjanina hjá trúboðaraskipinum, hava ymisk tiltøk verið, og nógv hava vitjað umborð.

Tað var eisini samlaða nakað av fólki við bryggju á vestaru síðuni av Klaksvíkini fyri at siga farvæl við Logos Hope og manningina.

Sangur ljóðaði á bryggjuni, tá Logos Hope loysti, skrivar Norðlýsið. Sum myndir vísa, var talan um kenda sangin "Møtast og Skiljast". Eitt hóskandi farvæl.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder