Innanlands

Løgreglan hevur stórar avbjóðingar orsaka av starvsfólkatroti

Tað vanta tíggju starvsfólk í fyri at náa upp til normeringina hjá føroysku løgregluni. Hetta er ein orsøk til, at politistar eru farnir at leita eftir øðrum størvum.

Løgreglufólk á ólavsøku (Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Løgreglufólk á ólavsøku (Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-10 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Føroyum líður undir starvsfólkatroti. Hetta er ein stórur trupulleiki, serliga hjá teimum, sum starvast í løgregluni í Føroyum.

Tað sigur Eyðun Dalsgarð, formaður í Politistafelag Føroya, í samrøðu við fakblaðið hjá donsku løgreglufólkunum Dansk Politi.

Hann greiðir frá, at føroyskir politistar nú flýggja frá politinum og søkja aðra staðni at arbeiða.

- Hesi seinastu trý árini eru tað knappliga fimm fólk, sum sjálv hava valt at siga løgregluni farvæl í besta politistaaldri, miðskeiðis í 30’unum ella fyrst í 40’unum. Hetta hava vit ikki upplivað fyrr, sigur føroyski politistaformaðurin, sum eisini er vitandi um fólk, sum umhugsa at finna sær annað starv.

Hann lýsir føroysku løgregluna soleiðis:

- Føroya Politi virkar sum eitt slag av dagligum eldsløkkingum. Sálarliga arbeiðsumhvørvið er undir høðrum trýstið, og tí síggja vit fólk søkja burtur.

[object Object]
Eyðun Dalsgarð, politistaformaður (Mynd: dansk-politi.dk)

Og hetta hendir samstundis sum, at kriminaliteturin í Føroyum er undir broyting.

- Kriminaliteturin er bæði vorðin grovari og er meira útbreiddur. Á narkoøkinum eru smáar mongdir av hassji skiftar út við stórum sendingum av kokaini. Og á øðrum økjum, so sum innan talgilt kynsbrotsverk – eru brotsverkini vorðin grovari, sigur Eyðun Dalsgarð.

Starvsfólkamangul er ein týðandi partur av trupulleikanum. Í løtuni starvast 107 fólk hjá føroysku løgregluni, ið er normerað til 117 fólk.

Sambært Eyðuni Dalsgarð merkir starvsfólkatrotið nú, at løgreglan ikki altíð hevur fólk til at fara út til fólk, sum veruliga hava tørv á eini vitjan av politinum. Hetta er við at gera, at fólkið missir álitið á løgregluna.

Eyðun Dalsgarð vísir eisini á trupulleikan av, at føroyska løgreglan ikki hevur eina fregnartænastu- og greiningareind

- Tað eru 5.000 útlendingar í Føroyum, og uttan eina slíka eind hava vit ikki møguleika fyri at kanna bakgrundina hjá hesum fólkum. Tað kunnu koma brotsmenn, ið eru eftirlýstir aðrastaðni til Føroyar og arbeiða og virka her, uttan at vit kanna til teirra bakgrund, vísir Eyðun Dalsgarð á.

Les greinina her

Leiðslan ásannar trupulleikan

Claus Birkelyng, sum í summar byrjaði sum nýggjur chefpolitiinspektørur í Føroyum viðgongur fyri miðlinum Dansk Politi, at føroyska løgreglan hevur eina avbjóðing.

- Okkum manglar 8-10 politistar, og hetta ger, at vit stundum hava sera trupult við at fáa vakrarætlarnirnar at hanga saman, sigur Claus Birkelyng og upplýsir, at fimm næmingar júst eru byrjaðir á politiskúla í Danmark, men hetta er ov lítið fyri at halda starvsfólkatalið við líka.

Í summar hava danskir afloysarar verið í Føroyum og starvast, og vónin hjá nýggja politiinspektørinum er, at onkur av hesum ungu donsku politistunum fáa hug at vera verðandi.

Ónøgd í Klaksvík

Danski politistamiðilin hevur eisini verið ein túr í Klaksvík, og gjørt eina reportasju frá politistøðini har, sum eisini er rakt av starvsfólkatroti. Har verður tosað við støðleiðaran og ein av politistunum.

Í Klaksvík eru tey eisini vónsvikin um, at øll stýringin, eisini vaktarætlanirnar, fer fram á politistøðini í Havn. Les greinina um løgregluna í Klaksvík her.

Hetta við vaktarleggingini verður ikki broytt, sigur politileiðslan við miðilin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder