Uttanlands

Mótmæltu koronatiltøk í Berlin – Yvir 600 fólk handtikin

Uml. 5.000 fólk mótmæltu í týska høvuðsstaðnum í gjár, og hetta elvdi til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-02 08:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár savnaðust túsundatals fólk í týska høvuðsstaðnum Berlin fyri at mótmæla tey tiltøkini, sum myndugleikarnir hava sett í verk fyri at avmarka smittuspjaðingina. Hetta, hóast tað ikki var loyvt.

Hetta elvdi til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk. Summi mótmælisfólk lupu á løgreglufólk, sum vórðu send út til mótmælið, meðan onnur órógvaðu ferðsluna. Hetta elvdi m.a. til brúk av táragassi, stavum og harðskapi. At enda hótti løgreglan við at brúka vatnkanónir móti mótmælisfólkunum, sum vóru ávegis til Brandenburger Tor í miðbýnum í Berlin.

Løgreglan metir, at uml. 5.000 fólk luttóku í mótmælistiltakinum í gjár. Yvir 600 vórðu handtikin, skrivar Ritzau.

Mótmælini í Berlin eru fyriskipaði av Querdenker-rørsluni, ið er ímóti koronatiltøkunum í Týsklandi.

Dómstólar í Týsklandi høvu bannað fleiri av ætlaðu mótmælunum um vikuskiftið, harímillum eisini mótmælið í Berlin, har mann væntaði upp til 22.500 luttakarar. Tað er orsakað av koronatiltøkunum, at tað ikki er loyvt at savnast til mótmælistiltøk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder