Innanlands

Mótmæli í Iran: 47 børn latið lív

Tilsamans hava 378 personar latið lív í sambandi við mótmælini, sum hava verið seinastu tveir mánaðirnar, upplýsir mannarættindafelagsskapur

Mótmælisgonga fyri iranskar kvinnur í Sveis (Mynd: EPA)

Mótmælisgonga fyri iranskar kvinnur í Sveis (Mynd: EPA)

2022-11-19 17:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tveir mánaðirnar hava mótmæli verið um alt Iran, eftir at ein 22 ára gomul kvinna lat lív í varðhaldi hjá moralsku løgregluni.

Mótmælini eru millum tey størstu móti iranska prestastýrinum, sum nakrantíð hava verið í Iran.

Trygdarliðini í Iran hava sligið hart niður á mótmælisfólkini, og higartil hava 378 persónar latið lív í sambandi við mótmælini – harav 47 børn.

Tað sigur mannarættindafelagsskapurin Iran Human Rights sambært Ritzau.

Mótmælini byrjaðu, eftir at 22 ára gamla Mahsa Amini, sum eisini er kend undir fornavninum Jina, lat lív 16. september. Hon varð handtikin av løgregluni, tí hennara turriklæð ikki fjaldi hár hennara nóg væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder