Mentan

Mótmæla rasismu á Vaglinum sunnudagin

“Black Lives Matter” verður í Havn sunnudagin klokkan 14. Rasmisma er ein partur av føroyska hugburðinum, og tað skal broytast, sigur fyriskiparin

Mótmælisgonga í Hollandi (Mynd: EPA)

Mótmælisgonga í Hollandi (Mynd: EPA)

2020-06-04 23:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað at amerikanarin George Floyd tann 25. mai varð handtikin og dripin á gøtuni av løgreglumani hevur elvt til øsing millum fleiri. Kring allan heimin vísa fólk sína ónøgd um, at fólk framvegis dagliga eru fyri rasismu.

- Hóast myrk folk í Føroyum ikki verða dripin av løgregluni, er rasisma sanniliga ein partur av føroyska hugburðinum og tað er nakað, ið SKAL broytast, sigur fyriskiparin av tiltakinum í tíðindaskrivi.

- Sunnudagin fara vit út á gøtuna í Havn at mótmæla rasismu, og at tað enn í dag verður gjørdur mismunur á fólki vegna teirra húðarlit og uppruna. Samstundis vilja vit eisini vísa samhuga við teimum, ið eru fyri rasismu - bæði í Føroyum og í úti í heimi.

- Vit heita tí á øll - stór og smá – innanfyri og uttanfyri Føroya Løgting um at taka lut.

Heitt verður á fólk um at koma við heimagjørdum skeltum, bannarum og øðrum. Síðani verður farið oman í perlutorgið, har Jasmin spælir nøkur løg og Ingilín D. Strøm fer at siga ønkur orð. Aftaná verður orðið eisini frítt.

placeholder
placeholder