Innanlands

Mótmæla órøkt av Suðuroyarleiðini

Suðuroyingar savna nú inn undirskriftir, nú suðuroyarleiðin aftur er í andglettinum orsaka av Prince, sum avloysir Smyril næstu vikurnar

Prince (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Prince (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2019-09-23 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Suðuroyingar hava í kvøld tikið stig til eina undirskriftainnsavning, sum mótmælir órøkt av Suðuroyarleiðini. Hetta er í sambandi við at ferjan Prince avloysir á leiðini, nú Smyril er dokk í Danmark. Ferjan tekur væl færri ferðafólk enn Smyril, og fleiri enn hundrað fólk stóðu tí eftir á Krambatanga í gjárkvøldið, tá Prince loysti frá landið.

- Okur hava longstu fjarstøðu til meginøkið í landinum, og tí skal tænastan og umstøðurnar verða nøktandi og støðugar, stendur á Wechange.com, har undirskriftainnsavningin gongur fyri seg.

Tey mótmæla millum annað óstøðuga sambandið og stóru óvissuna á suðuroyðarleiðini. Tey krevja eitt nøktandi og samtíðarhóskandi kunningarstøði frá Strandfaraskipum Landsins, og mótmæla at ósannindi verða nýtt sum undanførslur í miðlunum, og krevja at fáa týðandi kunning áðrenn, undir og eftir fráferð.

Eisini krevja tey eitt fast og nøktandi avloysaraskip til leiðina, av tí at Strandferðslan er bundin av at røkja leiðina og at brek, umvælingar og dokk er væntandi, stendur at lesa.

Í løtuni hava fleiri enn 50 fólk skrivað undir.

Til ber at skriva undir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder