Mentan

Modellið hjá Birgar av gomlu Havnini í Snarskivuni

Á ólavsøku og eina tíð frameftir verður modellið sýnt fram

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-07-22 21:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra modellið av Tinganesi, Reyni og øðrum pørtum av gomlu Havnini, sum Birgar Johannesen bygdi, verður sýnt fram í Snarskivuni nú á ólavsøku og eina tíð frameftir.

Tórshavnar kommuna eigur modellið, sum nú aftur kemur til heiður og æru. Í løtuni verður arbeitt við at seta tað upp í Snarskivuni. Har verður tað sýnt fram á ólavsøku, báðar dagarnar millum kl. 15 og 18.

Eftir ólavsøku verður modellið standandi eina tíð frameftir og kann sostatt síggjast, tá opið er í Snarskivuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder