Innanlands

Mjørkin órógvar flogferðsluna í dag

Mjørkin hevur ligið tjúkkur á flogvøllinum í morgun

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-07-25 12:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nakrar seinkingar hava verið í flogferðsluni í morgun orsaka av mjørkanum. RC1493 úr Bergen, sum skuældi lenda kl. 8:45 setti seg ikki fyrrenn kl. 10:30. Ein seinking verður eisini seinni í dag, tí at RC471 úr Billund, sum skuldi lenda kl. 12:35, lendir væntandi kl. 15:45.

Enn hava seinkingarnar ikki ávirka fráferðirnar, men hjá Atlantsflog verður sagt, at tað er møguligt at eitt nú RC472 til Billund verður seinkað nakað. Veðrið er tó batna nógv har vesturi, og tí hava tey góðar vónir um at tað ikki verða stórvegis trupulleikar restina av degnum.

Ráðiligt hjá fólki, sum skulu ferðast um flogvøllin í dag, um at halda vakið eyga við broytingum í flogferðsluni. Flogerðslan sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder