Innanlands

Misti koyrikorti á staðnum

Ein bilførari koyrdi beint omanfyri 130 km/t á Kalbaksvegnum í gjárkvøldið. Løgreglan boðar frá øðrum ferðslubrotum, sum vóru í høvuðsstaðnum í gjár

Ein persónur noyðist at taka koyrikortið av nýggjum og at rinda eina bót fyri at alt og skjótt á Kalbaksvegnum (Mynd: Sverri Egholm)

Ein persónur noyðist at taka koyrikortið av nýggjum og at rinda eina bót fyri at alt og skjótt á Kalbaksvegnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-05 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan var úti í gjár og kannaði nøkur viðurskifti í ferðsluni. Av løgreglustøðini í Havn verður millum annað boðað frá, at ein persónur fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra yvir 70 km/t inni í høvuðsstaðnum.

Eisini fingu fólk bót fyri at millum annað koyra uttan trygdarbelti og við hondhildnari telefon.

Størsta brotið á ferðslulógina, ið løgreglan revsaði, hendi á Kalbaksvegnum. Ein bilførari var tikin fyri at koyra ógvuliga skjótt - ferðmátarin vísti 131 km/t.

Hetta hevði við sær, at viðkomandi misti koyrikortið á staðnum, og at bilførarin fekk eina bót. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder