Innanlands

Misti 100 kilo av stáli á vegin

Ein lastbilførari kann missa koyrikortið fyri ikki at hava tryggjað lastina nóg væl

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-11-20 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri klokkan ellivu í gjár, misti ein lastbilur um 100 kg av stáli úr lastini, tá hann kom koyrandi Millum Fjarða. Talan var um skrell, sum skuldi á brennistøðina.

Ein annar bilførari varnaðist óhappið og boðaði løgregluni frá. Hann syrgdi eisini fyri, at stálið varð flutt av vegnum, so tað ikki var til ampa fyri ferðsluna.

Løgreglan fekk síðani fatur á lastbilføraranum, sum nú er skuldsettur fyri ikki at tryggja lastina nóg væl, sum mann annars eigur at gera. Av tí at hendingin ikki elvdi til nakran skaða, verður talan helst um eina treytaða frádøming av koyrikortinum, verður sagt av politistøðini.

Upplýst verður annars, at nøkur fá hálkuóhapp eisini vórðu skrásett í gjár, men at eingin fólkaskaði stóðst av hesum. Tó var eitt sindur av materiellum skaða.

Ein bilførari norðanfyri fekk eisini bót fyri at tosa í handhildnari telefon, og tveir aðrir í Gøtu fingu bót fyri koyra ávikavíst 67 km/t og 68 km/t í bygdum øki.

placeholder
placeholder